Regin Joensen, Formula Xerox: Vit gleða okkum til samstarvið

Regin Joensen, sølustjóri á Formula Xerox, sigur, at teir eru sera fegnir um áheitanina frá Runavíkar Kommunu, sum Formula Xerox hevur havt eitt sera gott samstarv við, bæði innan sølu og tænastuveiting.

- Vit gleða okkum til at fara í gongd í Eysturoynni. Vit hava drúgvar royndir í telduundirvísing, so okkara partur skal ikki liggja eftir, sigur Regin Joensen, ið ikki er við uppá, at vit kalla Formula Xerox eina Havnar-fyritøku.

- Formula Xerox hevur heimstað í Havn, men okkara virksemið umfatar allar Føroyar. T.d. hava vit havt eina Eysturoyar-deild í Saltangará í trý ár, so okkum fellur hetta nýggja samstarvið heilt náttúrligt, sigur Regin Joensen at enda.