Regin fær 26,9 milliónir í vinningsbýti

Størstu partaeigararnir í Bakkafrosti eru Regin Jacobsen og mamman, Oddvør Jacobsen. Tey eiga ávikavist 9,19 og 9,4 prosent av partapeninginum. Tilsamans fáa tey góðar 54,5 milliónir krónur í vinningsbýti

Størstu partaeigararnir í Bakkafrosti eru Regin Jacobsen og mamman, Oddvør Jacobsen. Tey eiga ávikavist 9,19 og 9,4 prosent av partapeninginum. Tilsamans fáa tey góðar 54,5 milliónir krónur í vinningsbýti

 

Góða úrslitið hjá Bakkafrost sæst aftur í roknskapunum hjá partaeigarunum. Nevndin skjýtur upp, at 293 milliónir krónur verða goldnar í vinningsbýti. Tað eru 6 krónur fyri hvørt partabræv.

 

Størstu partaeigarar eru Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen. Tey eiga ávikaist 9,19 prosent og 9,4 prostent av partapeninginum. Tað gevur teimum vinningsbýti upp á ávikavist 26,9 milliónir krónur og 27,5 milliónir krónur – tilsamans góðar 54,5 milliónir krónur.

 

Í fjør samtykti aðalfundurin eisini at útluta vinningsbýti, sum tá var 4,5 krónur fyri hvørt partabrævið. Tá fingu Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen góðar 20 milliónir krónur í part.

 

Privatpersónar rinda 35 prosent í kapitalvinningsskatti. Parturin av vinninginum hjá Regini og Oddvør Jacobsen, sum fellir til tað almenna, er tí góðar 19 milliónir krónur.

 

Eingin annar føroyskur partaeigari er millum 20 teir størstu partaeigararnar, sum eiga meira enn 1 prosent av partapeninginum í Bakkafrosti.