Regin í fótbóltslandi

Eitt av teimum nýggju tiltøkunum á Summarfestivalinum í ár er fótbóltslandið hjá Toda Jónsson ?Hetta er mega kul,? sigur 12 ára gamli Regin Olsen úr Klaksvík um fótbóltslandið.

?Vit spæla fótbólt tríggjar tímar um dagin í fýra dagar. Tað er keðiligt, at tað longu er liðugt fyri í dag. Eg hevði væl tímað at hildið fram,? sigur Regin.

?Eg fór einsamallur oman, men her eru nógv, sum eg kenni. Fyrst fylgist eg við onkrum, so onkrum øðrum og so onkrum triðja. Tað er fínasta slag. Her eru ikki bara klaksvíkingar, men eisini nógv børn aðra staðnis frá í Føroyum,? sigur Regin.

?Vit hava møguleika at gera alt møguligt. Eitt nú er ein pláta, sum mátar, hvussu hart vit skjóta. So skuldu vit eisini renna gjøgnum ein stiga og so skjóta upp á mál umframt nógv annað? sigur Regin at enda, sum avgjørt ætlar sær aftur í fótbóltsland næsta ár.