Regin Jacobsen hevur víst áræði og dirvi, sigur dómsnevndin, sum í dag valdi stjóran í Bakkafrost samtakinum til ársins leiðara í 2009 Seinnapartin í dag eru ársins leiðarar valdir á Hotel Føroyum.
Tað er Synergi, sum skipar fyri ársins leiðaradegi í dag og í tí sambandinum skuldu eisini ársins leiðarar veljast, bæði í tí privata vinnuni og hjá tí almenna.
Í dómsnevndini hava sitið Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla og Mary í Garði, stjóri á Nærverkinum.
Og tey hava valt Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrostsamtakinum til ársins leiðara í 2009 í privata vinnulívinum.
- Regin Jacobsen er framskygdur og hevur gjørt frambrot við vørumenning, sigur dómsnevndin.
Hann hevur gingið á odda í alivinnuni og víst áræði og dirvi, hann hevur skapt góð vinnulig úrslit og hevur varðveitt eitt stórt arbeiðspláss.
Hinir báðir, sum vóru í uppskoti, vóru Barni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafon og Jan Múller, stjóri í Miðlahúsinum.
Eftir at hava fingið henda heiður, segði Regin Jacobsen við Rás2, at tað var fyrst og fremst arbeiðsfólki á Bakkafrost, sum skuldi taka hetta sum eitt herðaklapp fyri gott arbeiði.
Men hann helt eisini, at viðskiftafólkini hjá Bakkafrost fóru at taka hetta sum eitt gott tekin og at teir eisini fara at fegnast um at samstarva við Bakkafrost.
Hann staðfesti eisini, at sum heild alivinnan ment seg seinastu árini og alt hetta tilsamans er bakgrundin fyri, at hann nú fær hendan heiðurin.
Sjálvur helt hann, at sama hvørjari støðu ein er í, er tað umráðandi at njóta tað støðuna og ikki alla tíðina ynskja seg í eina aðra støðu.
- Sjálvur havi eg altíð roynt at fingið tað besta burtur úr teirri støðu, eg havi verið í og so fer tað sum oftast at ganga fram á fyrr ella seinni, segði hann við Rás2.
Annars metti hann, at sum heild eru útlitini hjá alivinnuni er góð, men hann vísti ikki aftur, at støðan í heimsbúskapinum fer at ávirka.
- Sum heild sær gott út og eg vænti, at alivinnan í Føroyum fer at fáa góð úrslit eisini í ár.
Um ein tíma hava vit her á Portalinum eisini viðmerkingar frá ársins almenna leiðara, Hjalta í Jákupsstovu









