Regin Dahl áttati

Ein av okkara allarstørstu yrkjarum verður áttati ár í dag. Av yrkjarum, sum nú eru á lívi, er Regin Dahl helst tann, sum hevur givið føroyskari tjóðini teir størstu listarligu gripirnar, skrivar Hanus Andreasen um føðingardagsbarnið

Í dag verður føroyska skaldið Regin Dahl áttati ár. Av yrkjarum, sum nú eru á lívi, er Regin helst tann, sum hevur givið føroysku tjóðini teir størstu listarligu gripirnar. Av yrkingasøvnum hansara kunnu nevnast Í útlegd, 1937, Tokkaljóð, 1944, Óttukvæði, 1955, Gongubitar, 1965, Orðakumlar, 1978 og Eftirtorv, 1981. Hansara seinasta bók var prosasavnið Strøttlingar, 1993. Regin er samstundis eitt av okkara gávuríkastu og mest upprunaligu tónaskaldum. Tilsamans eru útkomnar í hvusu er seks plátur og fløgur við løgum hansara. Seinasta útgávan - ?Tú lýsti? - kom nú ein dagin, útgivin av forlagnum Stiðanum. Fløgan er eitt gott dømi um Regins norðurlendsku breidd. Har eru løg til tekstir eftir m.a. H. A. Djurhuus, Chr. Matras, Nordahl Grieg, Gustaf Fröding, Erik Axel Karlfeldt og Jeppe Aakjær.

Við dømum úr skaldskapi Regins og brotum úr umrøðum, sum onnur hava skrivað, ynskir Sosialurin skaldinum hjartaliga tillukku við degnum og vónar, at honum fara at unnast mong og skapanarrík ár aftrat.