Regin av Steinum 60

Í gjár, týsdagin 2. juni, fylti Regin av Steinum í Kollafirði 60 ár.

Hann er sonur Niels Paula av Steinum, kallaður Heygs-Palli, ættaður av Velbastað og í mong ár uppsitari í Kollafirði á garðinum, sum nú hoyrir til Búnaðardepilin í Kollafirði, og Jensiu, f. Clementsen av Sandi. Hann er giftur við Paulinu, f. Joensen, úr Fámjin.
Regin tók læraraprógv á Zahles Seminarium í 1971. Hann var lærari í Keypmannahavn 1971-72 og síðani á Argjum. Hann tók prógv sum skúlabókavørður í 1989. Hann var formaður í Kollafjarðar Ítróttafelag í 3 ár frá 1977 og bygdarráðslimur á Argjum 1993-96.
Hann hevur verið tjóðveldismaður í politikki og var formaður í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag í 1982.