Toots Hibbert, ið sigst hava navngivið reggae-tónleikin, er deyður.
Deyðsorsøkin er enn ikki upplýst.
Í 2010 kom Hibbert á listan hjá tíðarritinum Rolling Stone yvir 100 teir størstu sangararnar, og hann var nummar 71 á listanum. Hann fekk eisini fremsta heiðursmerki á Jamaica, Order of Jamaica, Í 2005 vann hann við bólkinum Maytals Grammy fyri bestu reggae útgávuna.
Kendur er hann t.d. fyri sangirnar Bam Bam, Sweet Dandy og ’54-46 That’s My Number. Hesin seinasti hevði íblástur frá einum tíðarskeiði í sekstiárunum, tá Hibbert sat í fangahúsi, tí hann hevði havt marihuana upp á sær.
Toots Hibbert legði navn til reggae tónlekin, tá hann í 1968 skrivaði sangin Do the Reggay. Hibbert og Bob Marley vóru vinmenn og arbeiddu báðir í mong ár fyri plátufelagið Island Records.
Eftir Hibbert sita kona hansara í 39 ár, Miss D, og sjey børn.
Toots Hibbert gjørdist 77 ár.
##med2##
Toots Hibbert og Willie Nelson saman á palli.