Reggae endurnýggjar sálmabókina

Tveir av heimskendu reggae-legendunum úr Jamaica, Bob Marley og Peter Tosh, fáa nú pláss í sálmabókini í anglikansku kirkjuni.

Báðir vóru sannførdir Rastafarianarar, sum viðurkenna seg til kristna trúarsamfelagið, og sum eftirkomarar av afrikansku trælunum stovnsettu. Tvey av verkum teirra, “One love” hjá Marley og “Psalm 27” hjá Tosh eru í fyrstu syftu skotnir upp at koma við í nýggju sálmabókina. Tað eru tó ikki øll, ið eru eins fegin um hetta, tí tekstirnir hjá hesi rørsluni vóru mangan atfinningarsamir til kirkjuna. Onnur siga kortini, at teir hvørki eru ímóti Gudi ella religión. Bæði Marley og Tosh doyðu í 1980’unum.