TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen hevur tikið, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá FM1 gjørdi umborð á bátinum "Juvel", har Vilmund prátaði við Tummas Johansen, ið er gamal vinmaður hjá Heðin Zachariassen sum eigur "Juvel".
Tummas Johansen hevur fingið høvið at bjóða skyldfólki úr Danmark umborð á "Juvel", og fyri tey er tað ein stór uppliving at verða umborð á Juvel og verða partur av Regatta-fylginum.
Tummas Johansen er upprunaliga úr Kollafirði. Hann flutti til Streymnesar fyri 40 árum síðani.










