Regatta verður í dag

Í dag byrjar tann árliga Regatta siglingin, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri.

 

Siglt verður av Eiði til Hósvíkar kl. 17.00. Tá komið verður til Hósvíkar, verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum, og leygarmorgunin er morgunmatur.

 

Á midnátt spæla Hans Jacob Hjelm og vinmenn til dans í bygdarhúsinum í Hósvík.

 

Undir myndini er ein ljóðsamrøða við Saritu G. Joensen, forkvinnu í Hósvíkar Róðrarfelag um Regatta siglingina.