Regatta verður 10. og 11. juni

Aftur í ár fer Róðrarfelagið, Neystið, at skipa fyri Færø Regatta stevnuni, og sum vant verður tað í Ishøj, at hetta fer fram.
Hesaferð er tiltakið samskipað í felag við Strandparken, sum í ár verður 25 ár.
Sum skilst, so er ætlanin tí eisini at hava eina skrá, sum er væl meira umfevnandi, enn hon plagar at vera, men meira verður helst at frætta um tað seinni.