Regatta fingið sólskinsbyrjan

Í dag byrjar árliga regatta siglingin, sum Hósvíkar Róðrarfelag hevur skipað fyri í fleiri ár. Bátar og fólk fingu veruliga eina sólskinsbyrjan, har sólin skein bæði oman og niðan á Eiði.

Hóast vit eru komin út í miðjan august, merkir tað ikki, at veðrið ikki kann vera gott. Satt at siga var tað fagrasta summarveður á Eiði í dag, sum bátarnir komu stimandi inn á keiina.

 

Árliga regatta siglingin, sum róðrarfelagið í Hósvík skipar fyri, byrjaði í dag. Fyrst koma allir bátarnir norður til Eiðis, har teir savnast. Síðani verður farið suðureftir, har endastøðin í kvøld er Hósvík. Har verður døgurði og okkurt undirhald, áðrenn leiðin gongur til Nólsoyar í morginárini.

 

Regatta fólkini kundu næstan ikki ynskt sær betri byrjan. Sólin bakaði yvir Eiðisbygd, og var talan um veruligt summarveður. Vónandi fer veðrið at halda sær næsta døgnið. Tað sær út til at fara at sirma seinni í kvøld, men talan verður um lítið sirm.