Regatta 2011 byrjar í morgin

Í morgin, fríggjadagin 12. august, fer ársins Regattasigling av Eiði til Hósvíkar av bakkastokki

Regattasiglingin byrjar klokkan 16.30, tá farið verður av Eiði við kós móti Hósvík.

Í Hósvík verður heitur matur at fáa hjá øllum gjaldandi luttakarum í Bygdarhúsinum. Harumframt verður góður dansur við Bridge alla náttina, somuleiðis í Bygdarhúsinum í Hósvík. Dansurin kostar 170 krónur.

Aftur í ár verða góðar treytir hjá kappróðrarbátum at verða við. Kappróðrarmanningar fáa eitt serligt luttøkugjald, 100 krónur luttakaran, har tað annars kostar 150 krónur. Eins og undanfarin ár sær eisini út til at veðurgudarnir eru við Regattaini. Sum tað sær út nú verður lítil vindur, turt og sólglottar, so umstøðurnar at rógva skuldu eisini verið í topp.

Við í kostnaðinum eru eyðkendu Regattablusurnar, heitur matur um kvøldið og morgunmatur leygarmorgunin.

Tilmelding til Regatta 2011 kann gerast á telefon 56 56 71 í kvøld, ella við at senda ein teldupost á regatta@tpost.fo.

Um tygum ikki náa at melda til áðrenn, kann hetta eisini gerast á Eiði, áðrenn farið verður avstað.

Miðað verður eftir at fara avstað av Eiði í seinasta lagi klokkan 17, fyri at náa suður um brúnna við Streymin í kyrrindum.