Danski Roskilde Festivalurin hevur nú almannakunngjørt, at punk bólkurin Refused spæla á ársins festivali.
Í dag hevur Roskilde Festivalurin almannakunngjørt trý nøvn, sum vera at síggja á ársins festivali.
Talan er um Refused, Cerebral Ballzy og Warbringer. Svenski punkbólkurin Refused er fyri stuttum farin at spæla saman aftur eftir 14 ára steðg. Tað váttaði sangarin, Dennis Lyxzén í januar í ár.
Bólkurin hevur útgivið tríggjar fløgur. Tær eita This Just Might Be... the Truth, Songs to Fan the Flames of Discontent og The Shape of Punk to Come. A Chimarical Bombination in 12 Bursts.
Tann seinasta hevur eitt nú teirra stóra hitt New Noise á.
Cerebral Ballzy er frá Brooklyn og spælir punk, sum hevur íblástur frá 80ara punki. Bólkurin gav eina fløgu út í fjør, sum eisini eitur Cerebral Ballzy.
Hetta veit gaffa.dk í dag.