Red Bull Salzburg - HB 5-0: Skrædl í Eysturríki!

Salzburg hevði møguleikarnar at skjóta fleiri mál, men tóku ikki av. Verandi føroyameistararnir runnu aftaná so at siga allatíðina og fótaðu sær ongantíð.

Liðini hittast á ovara vølli í Gundadali í komandi viku.

 

HAGTØL FRÁ DYSTINUM:

 

Red Bull Salzburg ? HB 5-0 (2-0)

1-0: Gonzalo Zarate, 21.

2-0: Jakob Jantscher, 43.

3-0: Andreas Ulmer, 46.

4-0: Roman Wallner, 63.

5-0: Stefan Hierlander, 82.

Dómari: Igor Satchi, Makedonia

Red Bull Salzburg: Gerhard Tremmel ? David Mendes da Silva (Simon Cziommer, 60.), Christian Schwegler, Roman Wallner (Stefan Hierlander, 75.), Gonzalo Fulogio Zarate, Jakob Jantscher, Franz Schiemer, Andreas Ulmer, Dusan Svento (Nikola Pokrivac, 60.), Ibrahim Sekagya, Christop Leitgeb

Hesir vóru ikki innskiftir: Alexander Walke, Milan Dudic, Louis Ngwat Mahop og Marco Mellinger

Gult kort: Nikola Pokrivac

HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen, Thordur Hreidarsson, Hans á Lag (Rógvi Holm, 77.), Hendrik Rubeksen ? Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Milan Kulic (Levi Hanssen, 59.), Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 75.)

Hesir vóru ikki innskiftir: Tórur Thomsen og Kristin Mouritsen

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

92. min.: Dysturin er liðugur. Salzburg vann 5-0.

90. min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.

82. min.: 5-0 til Salzburg! Tað er serliga inni í brotsteiginum, at HB hevur stóra trupulleikar av mótstøðuliðnum. Aftur hesaferð fingu vertirnir ríkiligt av plássi inni í feltinum. Innskifti Stefan Hierlander stýrdi bóltin við høvdinum móti málinum, Marcin Dawid vardi meistarliga, men bólturin stakk úr aftur til Hierlander, sum økti til 5-0.

77. min.: HB hevur framt sína seinastu útskifting. Rógvi Holm hevur loyst Hans á Lag av.

75, min.: Heimaliðið hevur skift út. Wallner fór av vøllinum. Stefan Hierlander loysti hann av.

75. min.: HB hevur skift út. Tór-Ingar Akselsen hevur loyst Andrew av Fløtum av.

73. min.: Nikola Pokrivac hevur fingið gult kort.

72. min.: Heimaliðið hevur roynt seg tvær ferðir móti málinum seinastu løtuna, men Marcin Dawid hevur vart fyri, hóast hann sá lítið sannførandi út.

63. min.: 4-0 til Salzburg! Tað er klassamunur í Eysturríki. Thomas Wallner hevur økt um leiðsluna. Uppspælið var framúrskarandi og hugflogsrík, men aftur hesaferð fekk heimaliðið lætt spæl inni í brotsteiginum hjá HB.

60. min.: Salzburg hevur fram tær útskiftingar. Dusan Swento og Mendes da Silva eru farnir út. Nikola Pokrivac og Simon Cziommer loystu teir av.

60. min.: Salzburg hevur sett leikferðina eitt vet niður eina løtu.

59. min.: HB hevur framt sína fyrstu útskifting. Levi Hanssen hevur loyst Milan Kulic av.

46. min.: 3-0 til Salzburg! Andreas Ulmer var málskjútti. Hann royndi seg úr gott og væl 20 metrum, og bólturin sat í handara málhorni. Eitt flott mál.

46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46. min.: Hálvleikur. Salzburg er uppiborið á odda við 2-0. Leiðslan kundi væl verið størri.

43. min.: 2-0 til Salzburg! Jakob Jantscher hevur økt um leiðsluna. Aftaná innlegg úr vinstru, var hann ikki serliga væl ansaður í brotsteiginum. Úr stuttari fjarstøðu sendi hann framvið Marcin Dawid.

38. min.: Gonzalo Zarate var nær við at økja um leiðsluna. Hann var einsamallur við Marcin Dawid, men málverjin vardi fyri úr spískum.

36. min Salzburg var í tveimum førum nær við at økja um leiðsluna, men Hans á Lag og Marcin Dawid vardu fyri. Heimaliðið er framvegis á bóltinum so at siga allatíðina.

31. min Salzburg hevði bóltin í málinum hjá HB, men málið var kolldømt. Dómarin metti, at talan var um rangstøða. Tað er stórt ivamál um avgerðina.

25. min Roman Wallner hevur júst sent í stólpan! Hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, og umvegis Hans á Lag, fór bólturin í stongina.

21. min: 1-0 til Salzburg! Gozalo Zarate hevur lagt heimaliðið á odda. Hendrik Rubeksen ansaði ikki serliga væl eftir Zarate, sum fekk ríkiligt av plássi inni í brotsteiginum og sendi framvið Marcin Dawid.

18. min: Salzburg hevur havt bóltin í 75 prosent av tíðini. Tað kunngerð UEFA.

15. min: Salzburg er framvegis við yvirlutan, og HB roynir at hóra undan trýstinum.

8. min: Støðan er framvegis 0-0. Heimaliðið hevur lagt føroyska meistaraliðið undir trýst. Salzburg hevur millum annað havt tvey hornaspørk.

1. min: Dysturin er byrjaður.