Rebekka og Jákup vanligast

Møguleikin fyri at renna teg í Rebekku ella Jákup Jacobsen á føðideildini seinasta ár var ógvuliga stórur

HAGTØL

Tað vórðu 631 børn fødd í Føroyum í 2001. Hesi góðu børn skulu eisini kallast fyri okkurt, og foreldrini hava funnið fram til nøkur spennandi nøvn.
Hægsti mótið í 2001 var at kalla dóttrina Rebekku og sonin Jákup. Tá mest nýtti eftirnavnið í fjør var Jacobsen, so kundi tú eisini rokna við at hitta lítlu Rebekku Jacobsen ella lítla Jákup Jacobsen á føðideildini, hóast hann ella hon kanska ikki hevði fingið navn enn.
Tað vóru átta nýggjar Rebekkur í Føroyum í 2001. Beint í hølunum á teimum koma sjey við navninum Helena og somuleiðis sjey við navninum Vár. Eisini kann tað nevnast, at eitt so norrønt navn sum Ronja aftur er komið til heiðurs og æru við seks nýggjum av slagnum í 2001.
Ert tú ein drongur føddur í 2001 og saknar tínar líkar, so er størsti kjansurin, um ert ein av teimum tíggju, sum eita Jákup. Tað er eisini toluligt lætt, um navnið er Hans ella Kristian, tí har eru nevniliga sjey av hvøjum slag. Eisini eitt navn sum Benjamin er væl umtókt. Seks Benjaminar komu í verðina síðsta ár.
Mest vanligu eftirnøvnini, ið nýføðingar í 2001 hava fingið, eru tey so kendu Jacobsen, Olsen og Hansen.
Í 1992 fingu vit eina nýggja navnalóggávu, har øll nýggj navnagevan skuldi fylgja einum navnalista. Hesin listin tykjast eisini fleiri at kaða niður í, tí at kalla øll nøvnini eru ?góðkend? føroysk nøvn. Onkur vil so vera við, at nøvnin áður hava verið óvanlig og nú forboðið.
Annars eru Anna og Hans framvegis tey mest nýttu fornøvnini í Føroyum. 857 eita Anna, og 838 eita Hans. Hetta skyldast eisini, at hesi bæði nøvnini oftani verða nýtt í samansettum nøvnum.
Hyggja vit eftir bert tí eina einsamalla fornavninum, so er Katrin mest nýtti fornavni við 258 umboðum. Teir 334, ið kallast fyri John, mynda størsta partin av føroysku mannfólkunum við tí eina einsamalla fornavninum.