Rebekka elskar at tekna

Skúlanæmingur – Eg hevði ynskt at tað vóru fleiri góðar bøkur á føroyskum máli, tí tær dámar mær best at lesa, sigur 13 ára gamla Rebekka Rasmussen í Funningsfirði. Hon er ein av næmingunum í bygdarskúlanum, men kann síggja fram til at sleppa í tann stóra skúlan úti í Runavík eftir summarfrítíðina. – Tað gleði eg meg til.

Funningsfjørður: Tað er farið at nærkast fríkorteri í skúlanum. Klokkan er skjótt hálvgum tíggju, og tá síggja næmingarnir fram til eina fríløtu.
Í dag er veðrið soleiðis háttað, at teir velja heldur at halda seg innanveggja, nú bæði kavi og kuldi merkja veðurlíkindini.
Rebekka, sum gongur í 7. flokki, hevur longu fyrireikað seg til fríkorterið í dag: Nakrar minuttir áðrenn fríkorterið byrjaði, tók hon blokkin fram.
Nú var tíð at gera ta einu tekningina lidna, ið hon var byrjað uppá nakað frammanundan.
Tað er skilligt fyri bæði næmingar og lærarar, at hon hevur serlig evni at tekna og at skriva.
- Eg havi teknað síðani eg var lítil, kemur tað stillisliga frá Rebekku.
Týðiligt er at síggja, at hon kann koma langt við hesum evnum sínum, um hon bara heldur á í framtíðini.

Rokning OK
Skúlin í Funningsfirði er býttur í tvey, kann ein siga.
Í einum høli sita tveir av næmingunum, sum ganga í 3. flokki, og í einum øðrum høli sita næmingarnir í 6. og 7. flokki saman.
Tørvur teirra er ymiskur, men teir tríggir lærararnir – Emil Jacobsen, Dánjal Vang og Sigrid Vang – duga at geva tí einstaka næmingunum júst tað, sum hesin hevur fyri neyðini, til tess at røkka setninginum fyri dagin.
Rebekku dámar væl at ganga í skúla, hóast tað ikki altíð er so hugaligt at skula tíðliga upp hvønn einasta morgun. Serliga ikki ein so kaldan morgun sum henda.
Hinvegin er líkt til, at tá hon er komin inn um skúlans gátt, eru tað tær ávísu lærugreinarnar sum hava hennara stóra áhuga.
Sum hon sjálv tekur til: - Rokning er OK, meðan danskt og føroyskt er fínt.
- Men ítrótt, - tað dámar mær als ikki, slær hon rimmarfast.
Hon er kortini noydd at fylgja við hinum næmingunum, tá teir hvønn týsdag fara út á Strendur til annaðhvørt ítrótt ella svimjing.
- Ja, tað er bara so. Har er ikki nógv annað at gera.

Nr. 5
Ein so lítil bygdarskúli sum hesin í Funningsfirði, ger sjálvandi sítt ítarsta til at tann einstaki næmingurin skal fáa so nógv burtur úr skúladegnum sum gjørligt.
Eisini her eru lærararnir ikki í iva um kreativu evnini, sum hon hevur. Teknikynstrið er eitt. Tónleikakynstrið saman við guittaranum og lærara hennara, Agnari Lamhauge er eitt annað.
Men er tað nakað sum lærararnir eru ovfarnir av, eru tað evni hennara at málbera seg – bæði á føroyskum og enskum máli.
- Hon fekk eitt sera gott úrslit í eini skrivikapping í Fraklandi herfyri, vil ein lærari fegin gera okkum varugar við.
Her skuldi hon skriva eina søgu á enskum máli. Tað sama gjørdu fleiri túsund onnur, men so mikið stuttligari var tað hjá Rebekku at hennara íkast fekk so gott ummæli, at tað gjørdist nr. 5.
- Ja, hon hevur góð evni at skriva, slær lærari hennara fast.

Við Løkin
Tá summarfrítíðin er av, fer Rebekka at skifta skúla.
Hon hevur gingið øll barnaár síni í Funningsfjarðar skúla, men nú hon skal í framhaldsdeildina í Runavíkar.
Hetta verður í nýggja skúlanum við Løkin, og tað gleðir hon seg til.
- Ja, tað verður spennandi at fara út til Runavíkar at ganga í skúla. Har er ein stórur skúli, við nógvari og nýggjari útgerð.
- Tað einasta keðiliga í so máta er, at eg tá verði noydd at fara nokkso nógv fyrri upp um morgunin, fyri at verða í skúlanum harúti klokkan 8, sigur hon við einum brosi.
Men fyrst má hon gera seg lidna við 7. flokk í Funningsfjarðar skúla. Hesin mikudagurin, 2. mars er nú nærum liðugur.
Nú er so hesin dagurin minni til summarferiuna.



FM
Rebekka Rasmussen er ein virkin dama, tí eftir skúlatíð fæst hon við ymiskt kreativt og mennandi.
Eitt av tí sum hon er virkin í er bogaskjótifelagið Ørvur, ið hevur heimstað í Runavík.
Hon hevði ikki verið við í felagnum í meiri enn fáar vikur, tá fyrsta kappingin varð hildin. Og úrslit hennara var tí eisini merkt av tí, av teirri einfaldu orsøk at hon ongar royndir hevði í hesi ítróttargreinini, í hesum føri recurve-skjóting.
- Men nú verður skjótt FM í bogaskjóting, og tá vænti eg, at tað fer at ganga betur, sigur hon bjartskygd.
Lítil ivi man vera um Rebekka fær lutað sínar royndir í hesi ítróttargreinini við ein av lærarum sínum, Sigrid Vang, ið er kendur bogaskjútti og hevur haraftrat umboðað Føroyar á Oyggjaleikum.



Pink Floyd
Sum tann kreativi næmingurin, ið Rebekka er, dámar henni eisini sera væl tónleik.
Fyri sløkum tveimum árum síðani byrjaði hon at spæla guittara, væl stuðlað av lærara sínum Agnari Lamhauge, tónleikara.
Tað hevur gingið væl hjá henni at læra seg at handfara ljóðførið sítt. Byrjað varð sjálvandi við tí grundleggjandi, men í dag dugir Rebekka at spæla mong ymisk løg, millum annað løg hjá kenda bólkinum Pink Floyd.
- Eg havi enn bara ein kassaguittara, men eg ynski mær ein elektriskan.
- Hann fer at koma, tá eg dugi væl at spæla, sigur hon brosandi.