Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Hesi tóku realskúlaprógv í 1916. Aftara rað f.v.: Grøni-Marni, Danmark, Anton Djurhuus, Kollafjørður, Knud Nygaard, Martin Djurhuus, Tórshavn, og Evald Arge Tórshavn.
Fremra rað f.v.: Jacob Jacobsen, Tórshavn, Haraldina, Vestmanna (gift til Hoyvíkar), Lina á lag, Tórshavn, og Jørgen Frants Jacobsen, Tórshavn.
Aftan fyri á myndini stendur ”Tórshavn, tann 20. juli 1916, Realeksamen”
Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru tey vælkomin at kontakta Jórun