Realskúlaklassi í 1951

Færøernes Mellem- og Realskole:

Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Adressan er Sílagøta 3, FO-100  Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).    
 
Í dag hava vit hesa myndina, sum er frá 1951, tikin uttan fyri realskúlan.
Aftara rað: Sólrun Mohr, Bjarni Olsen, Asbjørn Simonsen, Carl Vilhelm Weihe, Anna Poulsen og Katrin Thorkildshøj
 
Fremra rað: Dan Mortensen, Peter Poulsen, Arnold Karbech Mouritsen, Heðin Samuelsen, Helena Restorff Jacobsen og Sheila Marr.
 
Sitandi fremst: Tórbjørn Mikkelsen og Knút Lützen
 
Um onkur hevur okkurt at viðmerkja viðvíkjandi hesum myndum, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir.