Fyri hvørja lánta millión sleppa fólk við realkredittláni árliga netto umleið 8.400 krónur bíligari enn tey, sum hava vanlig sethúsalán Hetta upplýsir Eik í tíðindaskrivi.
Orsøkin er, at rentan á teimum sonevndu rentutillagingarlánum, ið Eik bjóðar, hevur gjørt eitt rættiligt lop niðureftir seinastu dagarnar.
Rentan á RTL 2-lánum, tað vil siga rentan, ið verður ásett aftur í desember 2009, er umleið 5,85 prosent árliga. Til sammetingar er rentan á teimum vanligu bankalánunum við fyrsta veðrætti uppi á 7,25 prosentum árliga.
Hetta merkir, at rentan á RTL 2-lánum í løtuni er 1,40 prosentstig lægri enn rentan á teimum vanligu bankalánunum við 1 veðrætti, sum føroyskir bankar vanliga hava veitt.
Siga vit, at rentan á realkredittlánum í løtuni liggur 1,40 prosentstig lægri enn á bankalánum, merkir hetta eina bruttosparing fyrsta árið á umleið 14.000 krónur.
Tá rentustuðulin er farin burturav, er nettosparingin 8.400 krónur árliga. Mánaðarliga merkir hetta eina sparing á 700 krónur fyri hvørja lánta millión.
Sí annars www.eik.fo