Føroyingar gjalda millum 10 og 22 milliónir krónur ov nógv í umsitingargjaldi fyri realkredittlán. Ongar objektivar orsøkir eru til at sonevnda ”bidragið” skal vera so høgt í Føroyum, staðfestir Kappingareftirlitið í lemjandi frágreiðing.
Frágreiðingin er úrslit av eini kanning, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt av realkredittfígging í Føroyum, og sum er almannakunngjørd ídag.
Eik Banki hevur umvegis BRF-Kredit bjóðað føroysku kundunum realkreditt síðani 2005. Í 2009 gjørdi BankNordik avtalu við DLR-Kredit, og fór tá eisini at bjóða realkreditt. Og í mai í fjør gjørdi Norðoya Sparikassi somuleiðis avtalu við DLR-Kredit um at bjóða føroyingum realkreditt.
Í 2005 var umsitingargjaldið, sonevnda bidragið, omaná rentuna 1,25 prosent. Men síðani er gjaldi hækkað fleiri ferðir, heilt upp á 1,9 prosent í 2012. Tá var hetta umsitingargjald tríggjar ferðir so høgt sum sama umsitingargjald, ið danskir kundar skuldu gjalda fyri júst somu lán. Í fjør lækkaðu stóru, føroysku peningastovnarnir bidragið niður á 1,7 prosent.
Men tað er eingin, objektiv orsøk til, at føroyingar skulu gjalda so nógv meira enn danir í umsitingargjaldi fyri júst somu lán. Tað staðfestir nýggja kanningin hjá Kappingareftirlitinum.
Út frá sínum kanningum og greiningum sigur Kappingareftirlitið seg kunna staðfesta fleiri viðurskifti, ið tala beint ímóti høga bidraginum. Eftirlitið staðfestir millum annað at:
Føroyski brúkarin er ikki meira skuldarbundin enn brúkarar í okkara grannalondum, heldur tvørturímóti. Samlaða skuldin hjá føroyska brúkaranum er ikki lutfalsliga økt í tíðarskeiðnum við títtu hækkingunum av umsitingargjaldinum. Og alheims fíggjarkreppan hevur ikki rakt føroyska bústaðarmarknaðin líka meint sum tann danska. Kappingareftirlitið staðfestir, at hvørki BankNordik ella Eik Banki hava havt tap av realkredittlánum í Føroyum.
Umsitingargjaldið, sum føroyski kundin skal gjalda, er samansett av garantiprovisjónini, sum føroyski bankin fær fyri at taka sær av ávísum arbeiðsuppgávum og kredittváðan, og so tað gjald sum realkredittfelagið ásetur sær sjálvum fyri at veita og umsita realkredittlánini. Kappingareftirlitið staðfestir, at tað yvirhøvur eru føroysku peningastovnarnir, sum hava hækkað síni gjøld – meðan donsku samstarvsfelagarnir hava verið meira afturhaldandi.
Harumframt sigur Kappingareftirlitið seg kunna staðfesta, at ongar serligar avbjóðingar eru í at reka ein banka í Føroyum, sum ger at prísstøðið generelt skal vera hægri.
Kappingareftirlitið keypir heldur ikki argumentið um at føroysku peningastovnarnir, fyri yvirhøvur at fáa realkredittlán hendavegin, hava verið noyddir til at gera nakrar avtalur, sum ikki eru eins góðar og avtalur á danska marknaðinum.
BankNordik hevur víst á, at bankanum er álagt at eiga í DLR-Kredit fyri at kunna víðariselja teirra kredittlán. Og Eik Banki hevur víst á, at bankanum er álagt at veðseta lánsbrøv hjá BRF-Kredit fyri at kunna víðariselja teirra kredittlán. Kappingareftirlitið sigur seg kunna staðfesta, at í báðum førum er talan um sera góðar íløgur. BankNordik og EikBanki hava eitt avkast av bundna eginpeninginum, sum liggur millum 50 prosent og 100 prosent í samband við víðarisølu av realkredittlánum. Treytirnar frá DLR og BRK kunnu tí ikki vera dýrkandi, tí íløgurnar geva eitt trivaligt avkast.
Harumframt vísir Kappingareftirlitið á, at í Danmark eru líknandi samstarvsavtalur, sum ikki dýrka bidragið nær námind so nógv sum í samstarvinum við føroysku peningastovnarnar.
Samanumtikið er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum tí, at ongar objektivar orsøkir tykjast vera , ið kunnu grundgeva fyri høga umsitingargjaldinum í Føroyum.
Í staðin er tað manglandi kappingin millum stóru peningastovnarnir, sum reelt virka sum eitt duopol á føroyska marknaðinum. Avleiðingin er, sambært Kappingarráðnum, eitt alt ov høgt bidrag oman á sjálva rentuna.
Sambært Kappingarráðnum átti bidragið at ligið millum 0,889% og 1,188%. Bidragið er í dag 1,7 prosent.
Tað hevði havt við sær, at eitt føroyskt húsarhald við realkredittláni á eina millión krónur hevði spart umleið 5000 krónur um árið í reinum umsitingargjaldi. Og familjan við tveimum milliónum í realkredittláni hevði spart 12.000 krónur um árið í umsitingargjaldi.
Tí er niðurstøðan hjá Kappingarráðnum, at manglandi kappingin kostar føroyska samfelagnum árliga millum 10 og 22 milliónir krónur í beinleiðis brúkaratapi. Tað eru pengar, sum brúkarin kundi havt sum tiltøkupening í sínum húsarhaldi, um reel kapping var millum føroysku peningastovnarnar um tey realkredittlán, sum bankarnir formidla úr Danmark til sínar føroysku kundar.
Talan er um eina ”sensureraða” kanning, og kemst tað av, at peningastovnarnir framvegis ikki hava góðtikið allar tær upplýsingar, sum Kappingareftirlitið hevur valt at brúka um teir. Peningastovnarnir hava rætt til at kæra, eitt nú vísandi til verju av handilsligum upplýsingum, og tí eru tær upplýsingarnar fyribils tiknar burtur úr kanningini.