Real vil hava Villa

Spanski EM-toppskjúttin, Davic Villa, sigst nú vera ávegis til Real Madrid. Valencia, har Villa nú spælir, er ikki væl fyri fíggjarliga, og tí er ikki óhugsandi, at teir taka av einum boði úr Real Madrid. Fær Real Madrid hendur á Villa, er sannlíkt, at felagið loyvir brasilska Robinho at fara úr felagnum. Hesir hevur sagt seg vilja sleppa til enska Chelsea.