Real vil hava Kaka

Hóast Real Madrid longu hevur styrkt hópin við Christoph Metzelder, Jerzy Dudek og Javier Saviola, so sigur venjarin, Bernd Schuster, at teir framvegis leita eftir styrki. Ovast á listanum stendur brasilski Kaka, og sambært sponskum miðlum hevur felagið boðið Milan knappar 600 milliónir fyri spælaran. Eitt tilboð, sum verjandi Champions League meistararnir ikki hava hug at góðtaka.