Tað var annars fyrrverandi Real Madrid spælarin, Jose Antonio Reyes, ið legði Atletico Madrid á odda longu eftir 10 minuttir. Real Madrid byrjaði seinna hálvleik við at javna. Eftir horna endaði bólturin hjá Xabi Alonso, ið tætt undir málinum javnaði. Løtu seinna legði Alvaro Arbeloa vertirnar á odda eftir uppspæl frá Xabi Alonso. Tá ein tími var farin av dystinum, økti Gonzalo Higuaín til 3-1. Atletico Madrid minkaði um munin við brotssparki til endaliga úrslitið 3-2 til Real Madrid.
Barcelona var leygardagin á vitjan hjá Mallorca. Tað kom bara eitt mál í dystinum og var tað svenski Zlatan Ibrahimovic, ið skoraði tað fyri Barcelona.
Real Madrid og Barcelona hava bæði 74 stig, men Real Madrid hevur eina betri málúrtøku. Um tvær vikur bresta tey bæði saman á Santiago Bernabéu í Madrid.