Real og Zidane kunnu vinna meistaraheitið í kvøld

La Liga: Real Madrid er fýra stig frammanfyri FC Barcleona og kann vinna meistaraheitið í kvøld

Í kvøld verður 37. og næst seinasta umfar í sponsku landskappingini. Real Madrid hevur 83 stig á fyrsta plássi og kann við sigri á Villarreal tryggja sær meistaraheitið longu í kvøld. Zinedine Zidane og hansara menn hava verið sannførandi síðani koronasteðgin og vunnið næstan allar dystirnar.

FC Barcelona er á øðrum plássi við 79 stigum. Katalanska stórfelagið spælir í kvøld á heimavølli móti Osasuna. Áleyparin hjá FC Barcelona, umstríddi Luis Suarez, hevur uppgivið møguleikan at vinna meistaraheitið, men venjarin Quique Setién vil ikki sleppa vónini.

Skuldi tað hent at bæði liðini enda á jøvnum í stigum, so verður tað Real Madrid, sum vinnur. Kongafelagið úr høvðusstaðnum er betri fyri í innanhýsis dystunum. Teir vunnu 2-0 á Santiago Bernabeu í Madrid og spældu málleysan javnleik á Camp Nou í Spania.

1Real Madrid36258366:2283
2Barcelona36247580:3679
3Atlético Madrid361715448:2666
4Sevilla361812653:3466
5Villarreal361761358:4757
6Getafe3614121043:3454
7Real Sociedad361661455:4754
8Athletic Bilbao3613121141:3251
9Valencia3613111245:5250
10Granada361481446:4450
11Osasuna3612121242:5148
12Levante361271743:5143
13Real Betis3610111547:5641
14Real Valladolid368151329:4039
15Eibar361091736:5139
16Celta Vigo367151435:4636
17Alavés36991832:5336
18Leganés367111826:4932
19Mallorca36952237:6132
20Espanyol36592227:5724