Seinna hálvan av triðja umfari í Champions League bólkaspælinum verður í kvøld. Í søguligum samanhangi, so er lítil ivi um, at stóri dysturin í kvld er millum Real Madrid og Juventus.
Bólkur A:
Manchester United hevur fingið eina minni góða byrjan upp á kappingarárið í ár. Í gjár kom fyrrverandi venjarin hjá felagnum, Sir Alex Ferguson, út við umstríddari bók. Tí er nógv ljós á Manchester United í løtuni. Teir taka móti Real Sociedad úr Spania, sum einki stig hevur fingið higartil.
Í hinum dystinum møtast Leverkusen og Shakhtar Donetsk. Her verður helst avgjørt hvørt av hesum liðnum kemur at bjóða Manchester United av um fyrsta plássið í bólkinum.
Bólkur B:
Real Madrid kann við einum sigri nærmast tryggja sær eitt pláss í endaspælinum. Juventus hevur bara tvey stig, meðan Galatasaray og FCK bara hava eitt stig í part. Real Madrid hevur fult stigatal fyri tveir dystir.
Skal FCK gera sær vónir um ikki at enda aftast í bólkinum, so verður umráðandi ikki at tapa fyri Didier Drogba og Galatasaray í kvøld.
Bólkur C:
PSG hevur beina kós endaspælinum. Teir eru í kvøld í Belgia og spæla móti Anderlecht, sum einki stig hevur fingið higartil. Vinnur PSG báðar dystirnar móti Anderlecht, so eru teir víðari.
Í hinum dystinum í bólkinum er tað stríðið um annað plássið millum Benfica og Olympiakos.
Bólkur D:
Fyrsti dysturin í hesum bólkinum er longu byrjaður millum CSKA Moskva og Manchester City. Manchester City er saman við Bayern Mnchen stórfavorittar at koma víðari, men tú veist ongantíð við Manchester City í Champions League.
Champions League triðja umfar:
Bólkur A:
Bayer Leverkusen – Shakhtar Donetsk (19.45)
Manchester United – Real Sociedad (19.45)
Støðan:
1. Manchester United 4
2. Shakhtar Donetsk 4
3. Leverkusen 3
4. Real Sociedad 0
Bólkur B:
Galatasaray – FCK (19.45)
Real Madrid – Juventus (19.45)
Støðan:
1. Real Madrid 6
2. Juventus 2
3. FCK 1
4. Galatasaray 1
Bólkur C:
Anderlecht – PSG (19.45)
Benfica – Olympiakos (19.45)
Støðan:
1. PSG 6
2. Olympiakos 3
3. Benfica 3
4. Anderlecht 0
Bólkur D:
CSKA Moskva – Manchester City (17.00)
Bayern Munchen – Viktoria Plzen (19.45)
Støðan:
1. Bayern Munchen 6
2. Manchester City 3
3. CSKA Moskva 3
4. Viktoria Plzen 0