Real Madrid vann í kvøld stórsigur á Malaga. Cristiano Ronaldo skoraði hattrick, meðan Karim Benzema skoraði tvey í 7-0 sigrinum. Barcelona økti í gjár um munin í oddinum, tá teir vunnu á útivølli móti Valencia. Tí var alneyðugt hjá Real Madrid at vinna heimadystin móti Malaga í kvøld. Venjari hjá Malaga er Manuel Pellegrini, hann var í fjør venjari hjá Real Madrid.
Tað ber illa til at siga, at Real Madrid vóru gestablíðir. Karim Benzema, Angel Di Maria og Marcelo tryggjaðu José Mourinho eina 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki skoraði Cristiano Ronaldo hattrick, meðan Karim Benzema skoraði sítt seinna, so endaliga støðan gjørdist 7-0.
Barcelona er fremst við 71 stigum, meðan Real Madrid er nummar tvey við 64 stig.