Í bólki G hittust tey bæði liðini, ið hava vunnið Champions League oftast, Real Madrid og AC Milan. Real hevur vunnið kappingina níggju ferðir, meðan Milan hevur vunnið hana sjey ferðir. Á vøllinum í kvøld var einki at ivast í hvør var betri. Real Madrid hevði at kalla fult tamarhald á dystinum allanvegin ígjøgnum. Tað komu tvey mál í dystinum og tað var stutt í millum. Cristiano Ronaldo legði vertirnar á odda við beinleiðis frísparki eftir 13 minuttir. Minuttin eftir økti Mesut Ozil til endaliga úrslitið 2-0.
Arsenal vann stórsigur á Emirates leikvøllinum í London ímóti Shakhtar Donetsk. Støðan gjørdist heili 5-1. Málini hjá Arsenal skoraðu Alex Song, Samir Nasri, Cesc Fabregas, Jack Wilshere og Marouane Chamakh. Fyrr í kvøld vann Chelsea 2-0 á Spartak Moskova á leikvøllinum, har Chelsea tapti Champions League finaluna í 2008. Yuri Zhirkov og Nicolas Anelka skoraðu málini fyri Chelsea. Mest óvæntaða úrslitinum stóð FC Basel fyri, tá teir vunnu 3-1 á AS Roma í Italia.
Champions League:
Bólkur E:
AS Roma ? FC Basel 1-3
Bayern Munchen ? Cluj 3-2
Bólkur F:
Spartak Moskova ? Chelsea 0-2
Marseille ? MSK Zilina 1-0
Bólkur G:
Ajax ? Auxerre 2-1
Real Madrid ? AC Milan 2-0
Bólkur H:
Arsenal ? Shakhtar Donetsk 5-1
Braga ? Partizan Beograd 2-0