Real Madrid stjørna handtikin

Er settur í samband við eitt mál um at noyða pening frá eini øðrum fótbóltsleikara.

Stjørnuáleyparin hjá Real Madrid, Karim Benzema situr í løtuni í varðhaldi, har hann verður avhoyrdur í samband við málið, har menn hava roynt at noytt pengar frá landsliðsfelaga hansara, Mathieu Valbuena.

 

Í oktobur vóru tríggir mans handtiknir fyri at hava hótt Mathieu Valbuena við at almannakunngera ein ónærisligan film, sum Mathieu Valbuena og konan hava gjørt. Handtiknu menninir vildu hava yvir eina millión krónur frá franska landsliðsspælaranum.

 

Í morgun møtti Karim Benzema á løgreglustøðini í Versailles og hann situr nú í varðhaldi, meðan franska løgreglan kannar, um hann spældi nakran leiklut í málinum. 

 

Keldur siga, at Karim Benzema ráddi Mathieu Valbuena til at rinda pengarnar.

 

Djibril Cissé, fyrrverandi áleypari á franska landsliðnum, var eisini settur í samband við málið og avhoyrdur av løgregluni, men hann varð skjótt leyslatin. 

 

Karim Benzema hevur fyrr verið við í slíkum gølum. Í 2014 mátti hann møta í rættinum, tá hann og Franck Ribéry vóru ákærdir fyri samlegu við eini gentu undir seksuella lágaldurin. Báðir vóru tó fríkendir.