Real Madrid sýtir ikki málverja at tosa katalanskt

Málverji hjá Real Madrid vísir aftur, at felagið hevur noktað honum at tosa katalanskt.

Tað var mánakvøldið, at grein var at lesa á in.fo, har tað stóð at lesa, at málverjin, Kiko Casilla, varð noktaður at tosa katalanskt við ein katalanskan miðil av einum miðlatalsmanni hjá Real Madrid. Hendan hendingin fór fram í vikuskiftinum eftir dystin ímillum Real Madrid og Valencia, ið høvuðsstaðarfelagið vann 3-2.

 

Katalanskt er høvuðsmálið í Katalonia, har FC Barcelona hevur bústað, og sum kunnugt hevur leingi verið kappingarstríð ímillum júst Real Madrid og FC Barcelona - bæði av fótbóltsligum og politiskum orsøkum.

 

Les eisini: Real Madrid noktar málverja at tosa katalanskt

 

Sambært málverjanum sjálvum, so er tað ikki Real Madrid, ið hevur givið honum forboð ímóti at tosa katalanskt. Í størri mun er tað siðvenja at tosa á sponskum, tá ið tosað verður við miðlarnar eftir dystir.

 

- Eg vil gera tað púra greitt, at Real Madrid ikki hevur sýtt mær at tosa katalanskt. Í mixed zone (miðlaøkið) verður fyrst og fremst tosað á sponskum, og um nakar miðil vil tosa til dømis katalanskt, so skal tað vera á øðrum staði, sigur Kiko Casilla sambært spanska Marca.

 

Kiko Casilla er vanliga eykamálverji hjá Real Madrid, men stóð dystin í vikuskiftinum orsakað. Orsøkin sigst at vera, at vanligi málverjin, Keylor Navas úr Costa Rica, bleiv spardur.