Real Madrid og Chelsea víðari

Real Madrid og Chelsea eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League

Tað var eitt sindur av spenningi undan dystinum millum Chelsea og Galatasaray. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Chelsea var stórfavorittur undan heimadystinum, men eitt útivallar mál fyri Galatasaray kundi skapt nakað av spenningi.

 

Tað bleiv tó ongantíð spennandi, tí Chelsea kom á odda longu aftaná fáar minuttir, tá Samuel Eto’o bleiv spældur leysur í brotsteiginum og skoraði. Chelsea vísti aftaná, at liðið er væl betri enn Galatasaray, sum at kalla einki megnaði.

 

Tríggjar minuttir fyri hálvleik kom so avgerandi løtan, tá Gary Cahill smekkaði ein returbólt í netið eftir hornaspark. Galatasaray formáddi sær millum lítið og einki.

 

Fyri Didier Drogba var talan um serligan dyst, tí hann í átta ár spældi fyri júst Chelsea. Hann fekk eina góða móttøku, men fekk annars lítið burturúr.

 

Tvær ferðir Ronaldo

 

Fyri Real Madrid var talan um ein avgreiðsluspurning móti Schalke 04. Teir vunnu fyrra dystin 6-1. Hesa ferð bleiv tað til 3-1, men tað kundi verið mangt slíkt, um hepni var við eitt nú Cristiano Ronlado, sum minst tvær ferðir rakti træverkið.

 

Tað endaði við 3-1 sigri, eftir at tað var javnleikur 1-1 í hálvleikinum. Eitt korter fyri tíð skoraði Real Madrid tvey mál og so var alt yvirstaðið. Cristiano Ronaldo skoraði tvey, meðan Alvaro Morata skoraði tað triðja.

 

Real Madrid og Chelsea eru víðari saman við Bayern Munchen, Atletico Madrid, Barcelona og Paris Saint-Germain.

 

Champions League 1/8 finalur:

Chelsea (1) – (1) Galatasaray 2-0 (2-0)

1-0         Samuel Eto’o, 4

2-0         Gary Cahill, 42

Chelsea vinnur samanlagt 3-1

 

Real Madrid (6) – (1) Schalke 3-1 (1-1)

1-0         Cristiano Ronaldo, 21

1-1         Tim Hoogland, 31

2-0         Cristiano Ronaldo, 74

3-0         Alvaro Morata, 75

Real Madrid vinnur samanlagt 9-2