So er aftur gali millum Real Madrid og Barcelona. Nú ákærur Real Madrid Barcelona miðvallarin, Sergio Busquets, fyri rasismu. Tað skuldi verða ein fótbóltsfestivalur við fýra uppgerðum upp á 18 dagar, sum skuldi avgera hvør er betri av risinum, Barcelona og Real Madrid. Men festivalurin, ið er vístur kring allan heimin í sjónvarpi, hevur ikki livað upp til vónirnar.
Longu undan fyrsta bríkslinum í fyrsta dystinum varð greitt, at hetta fór ikki at spæla væl av. Real Madrid venjarin, José Mourinho, segði á tíðindafundi, at hann hevði vant sínar leikarar við at spæla við tíggju, tí hann altíð fekk reytt kort móti Barcelona.
Síðani hava skuldsetingarnar verið nógvar millum liðini og tað nýggjasta er, at Real Madrid ákærur Barcelona miðvallarin, Sergio Busquets, fyri rasismu. Dailymail skrivar, at sjónvarpsrásin hjá Real Madrid hevur víst eitt sjónbandabrot, ið teir meta vísur Sergio Busquest siga ?Mono? við Real Madrid verjuleikarin, Marcelo. ?Mono? merkir á sponskum apa.
Liðini spæla í annaðkvøld seinnu hálvfinaluni í Champions League og fjóðra dystin sína millum upp á 18 dagar. Barcelona vann fyrru hálvfinaluna 2-0 á útivølli við málum frá Lionel Messi.










