Óvæntað hevur Levante givið Real Madrid og Barcelona skarpan gang í sponsku kappingini í ár, men við tapi í dag eru Real Madrid og Barcelona aftur tvey tey fremstu. Lionel Messi skoraði hattrick fyri Barcelona í stórsigri, meðan Gonzalo Higuain skoraði einsamalla málið hjá Real Madrid.
Barcelona hevði í gjár vitjan av Mallorca, sum fyri kortum hevði Michael Laudrup sum venjara. Barcelona vann dystin 5-0. Lionel Messi skoraði sítt triðja hattrick í ár í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki øktu Isaac Cuenca og Dani Alves til endaliga úrslitið 5-0.
Real Madrid, sum eisini spældi í gjár, vann tepran sigur á útivølli móti Real Sociedad. Einsamalla málið í dystinum skoraði argentinski framherjin, Gonzalo Higuain, í fyrra hálvleiki. Við sigrinum legði Real Madrid seg á odda.
Í dag kundi Levante yvirhála risarnar báðar við sigri á Osasuna á heimavølli. Tíverri fyri Levante, so gjørdist talan um fyrsta ósigurin á heimavølli í ár. Osasuna vann dystin 2-0 og Levante er nú á triðja plássi við einum stigi færri enn Barcelona og tveimum færri enn Real Madrid.