Harry Kane er stóra stjørnuskotið í Premier League hetta kappingarárið. Um vikuskiftið skoraði hann bæði málini, tá Tottenham vann á grannunum Arsenal. Nú meldar Real Madrid seg inn í áhugan fyri málmaskinuni.
Tottenham hevur fyrr selt spælarar til Real Madrid. Fyrst fór Luka Modric. Síðani bleiv Gareth Bale heimsins dýrasti spælari, tá hann fór sama veg. Nú byrja fjølmiðlarnir at seta Harry Kane í samband við Real Madrid. Harry Kane hevur tó júst gjørt ein nýggjan sátmála við Tottenham, sum er galdandi fram til 2020. So tað verður ikki ókeypis hjá Real Madrid at fáa fingrarnar í 21 ára gamla onglendinginum.
Eftir eitt fantastiskt tíðarskeið fram til ársskiftið, so hevur Real Madrid havt trupulleikar. Meðan Harry Kane skoraði tvey mál móti Arsenal, tapti Real Madrid 4-0 fyri Atletico Madrid í sponsku landskappingini. Spurnartekin verða sett við millum annað framherjan Karim Benzema, og tað er her, at miðlarnir seta Real Madrid í samband við Harry Kane.
Venjarin hjá Tottenham, Mauricio Pochettino, heldur tað ikki kunna koma upp tal, at Harry Kane skal skifta felag. Hann vísir á, at spælarin er lokalur og júst hevur gjørt nýggjan sáttmála. Tottenham liggur í løtuni á fimta plássi í Premier League.
Premier League 25. umfar:
Í morgin:
Arsenal – Leicester (19.45)
Hull – Aston Villa (19.45)
Sunderland – QPR (19.45)
Liverpool – Tottenham (20.00)
Mikukvøldið:
Chelsea – Everton (19.45)
Manchester United – Burnley (19.45)
Southampton – West Ham (19.45)
Stoke – Manchester City (19.45)
Crystal Palace – Newcastle (20.00)
WBA – Swansea (20.00)