Í oysandi regni spældi Real Madrid vertirnar umkoll í fyrra hálvleiki. Áðrenn eitt korter var farið, hevði Cristiano Ronaldo lagt Real Madrid á odda við frísparki. Tíggju minuttir seinni hevði framherjin hjá Argentina, Gonzalo Higuaín, lagt Real Madrid á odda bæði 2-0 og 3-0. Báðu ferðirar var tað landsmaðurin Fernando Gago , ið átti næst seinasta fótin á. Áðrenn hálvleik hevði Ronaldo eisini lagt Real á odda 4-0, tá hann smekkaði til úr spískum.
Minuttin eftir minkaði Getafe um munin til 4-1. Í seinna hálvleiki kom bara eitt mál, tað skoraði Pedro Leon fyri Getafe til endaliga úrslitið 4-2 til Real Madrid.
Hetta er tíggjundi sigurin á rað hja Real Madrid í La Liga. Um góðar tvær vikur bresta risarnir í sponskum fótbólti, Real Madrid og Barcelona, saman á Santiago Bernabéu í Madrid. Bæði liðini hava 71 stig, so tann dysturin kann avgera hvør vinnur spanska meistaraheiti í ár.
Getafe - Real Madrid 2-4(1-4)
0-1 Cristiano Ronaldo (13)
0-2 Gonzalo Higuaín (20)
0-3 Gonzalo Higuaín (23)
0-4 Cristiano Ronaldo (37)
1-4 Daniel Parejo (38)
2-4 Pedro León (80)