UMMÆLI
Var hetta ein ítróttargrein, vildi yvirskriftin ljóða á einari leið sum ?Tey gjørdu sína skyldu?. Á pallinum í Norðurlandahúsinum fyri einum stúgvandi fullum sali stóðu fimm svenskir sangarar. Fimm topp-professionellir sangarar, ið gjørdu sína skyldu við einari fyrmyndarligari framførslu.
Føroysku áhoyrarafjøldin eitt týskvøld í august var til at temja hjá teimum fimm sangurunum úr Svøríki.
Eitt av stóru nøvnum á ársins Listastevnu Egberto Gismonti kundi skoða fleiri tómar stólar í salinum, tí levaraði vøruna leygarkvøldið. Tey fimm í Real Group sóu ein stóran sal í Norðurlandahúsinum frá sínari allarbestu síðu.
Hetta við A Capella er rættiliga forkunnugt í Føroyum. Tí er tað heldur ikki so galið, at tá tað so er á palli í Føroyum, so er talan um ein so víðagitnan bólk sum The Real Group.
Tað er heldur ikki at koma uttan um, at talan er um sangdygdir av ovastu rók, tá tosað verður The Real Group. Ein harmonisk eind við tættum og dygdum fremjandi eina størri uppliving við máttunum í røddunum.
Við einari skrá við mest egnum sangum bjóðar The Real Group eina ógvuliga gjøgnumførda og trygga framførslu. Allatíðina í kontrol yvir støðuni og egnum røddum. Tað var ein sovorðin elegant balansa, sum merkti framførsluna týskvøldið. Leikandi runt á pallinum er einki at taka seg aftur í, at tær yvir 1.200 framførslu hava skapt eina rutinu, sum tey njóta gott av.
Alt var skipað og einki tilvildarligt. Syngjandi inn frá byrjan og beinanvegin ígongd. Sjálvt teirra máti at bukka fyri áhoyrarunum var innstuderaður. Fyrsta lagið skuldi eisini lata fjøldina vita, hvørjar dygdir búgva í røddunum á teimum fimm.
Sangirnir vóru flestir teirra egnum ? bæði á enskum og svenskum máli. Tað, tey ikki áttu sjálvi, var, við tveimum undantøkum, eisini á svenskum. Sangirnir vóru rættiliga jazz merktir, men í seinnu helt av framførsluni gjørdist tað alsamt meira frítt við tónleikasløgunum. Uppskriftin til eina góða framførslu liggur í at fáa áhoyrararnar við, og tað gjørdu tey so sanniliga eisini. Improvisatiónsløtan var ein fragd fyri øll av og á palli, har áskoðararnir sluppu at velja sangir og alternativ tónleikasløg til sangirnar.
Tekstirnir á teirra egnum løgum taka støði í nútíðar gerandisdegnum, og innihaldsliga eru teir so sum so.
Tað stendur tó eftir sum eitt upplivilsi, at teirra røddir eru nakað sum tikið úr einum øðrum heimi í løtuni týskvøldið. Hvør betri enn annar. Skalt tú rósa einum, so mást tú rósa øllum.
Hvat segði so fjøldin? Ein áhoyrarafjøld hevur sjáldan klappað so ofta og leingi sum tann týskvøldið. Við røttum broddi við rósandi orðum um oyggjarnar og eykasangum slag í slag tók rómurin mestsum ongan enda, og sølan av fløgum hevur neyvan sæð sín líka, sum tann eftir konsertina.
Tað krevur nógv arbeiði at náða tindarnar, men tað eru nøkur, ið duga. Teirra millum er The Real Group. Meira enn nakað annað ógvuliga gott.










