Reaktiónir frá øðrum feløgum

Í kríggi og kærleika eru allar snildir galdandi. Men politiskt var tað neyvan serliga smart av HB, at teir støðugt hava flættað spæliloyvi hjá øðrum spælarum í øðrum feløgum upp í málið um Páll M. Joensen. Íalt eru 13 ymisk nøvn komin fram undir viðgerðini, og tað hevur neyvan økt um popularitetin hjá HB, at teir á hendan hátt óbeinleiðis hava ákært feløgini fyri ikki at hava skil í sínum viðurskiftum. Serstakliga eru tað trý nøvn, sum støðugt hava verið drigin fram í ljósmála. Eisini í viðgerðini í Dómsnevndini.
Teir tríggir eru Sorin Anghel og Knút Vesturtún úr EB/Streymi og so Klæmint Matras úr B36. Men tað tykist meira enn ivasamt, hvørt nýtslan av hesum spælararum fer at kosta ávíkavist EB/Streymi og B36 nøkur stig.