Reading-spælari til Chelsea

Steve Sidwell hevur leingi verið settur í samband við Chelsea. Í kvøld bleiv tað so almannakunngjørt, at Reading-leikarin hevur skrivað sáttmála við London-felagið. Sidwell hevur sum ungur leikt í Arsenal, men fekk ongantíð veruliga gjøgnumbrotið. Gjøgnumbrotið fekk hann tó í ár, tá ið hann meistarliga hevur verið drívmegin á miðvøllinum hjá Reading. 24 ára gamli Steve Sidwell valdi Chelsea framum Aston Villa og Newcastle.