Tann kendi amerikanski rithøvundurin Ray Bradbury doyði fyrradagin, 91 ára gamal.
Ray Bradbury skrivaði einar 600 stuttsøgur og gav 30 bøkur út. Tann best kenda bókin er skaldsøgan Farenheit 451. Hon kom út í 1953 og var sera væl umtókt. Stuttsøgusøvnini The Martian Chronicles og The Illustrated Man, sum komu í ávikavist í 1950 og 1951, fingu eisini góða móttøku millum fólk.
Ray Bradbury, sum var føddur tann 22. august í 1920, var hálvur svii. Mamman var svensk.