Tann 1. august 2020 økja vit um starvsfólkahópin og styrkja søluliðið í felagnum. Fyrrverandi stjórin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Hans Petur í Brekkunum, er settur í starv at taka sær av sølu og sølufremjandi tiltøkum, skrivar ravnur.fo á síni heimasíðu.
Hans Petur hevur dyggar royndir innan sølu og tænastu. Eftir lokið prógv sum Executive Master of Business Administration (E-MBA) á Middlesex University London í 2019, valdi Hans Petur at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum.
- Eg eri spentur at fara undir nýggja starvið, og eg gleði meg til veita núverandi og komandi viðskiftafólki hægstu tænastu, sigur Hans Petur, ið longu er farin í gongd við at leggja ætlanir fyri sølu og sølufremjandi tiltøk fyri restina av 2020.
Vit bjóða Hans Peturi hjartaliga vælkomin og gleða okkum til samstarvið, skrivar Arne Vatnhamar, stjóri í felagnum.