Nógvar eru søgurnar um fuglar og djór. Ein er søgan tann, at tveir bátar av Hellunum, Karis og Hvalurin, vóru á veg aftur av útróðri av Stapanum. Hetta var í lembingini 1941 Meðan teir sigla suðureftir, síggja teir ein fugl koma flúgvandi frá Oyndfjarðarfjalli við onkrum í klónum. Fuglurin flýgur heldur lágt og orkar ikki at bera hesa byrðu - lítil byrða er um langan veg tung, men henda byrðan, sum hesin fuglur hevði sett klørnar í, var í so stór. Hetta var ein ravnur, ið hevði verið á veiðiferð, og hevði hann tikið eitt lamb í Trølldali. Hann misti flogið og dalaði niður ímóti vatnskorpuni, og til síðst slepti hann fongi sínum. Menninir á Hvalinum ( Hans J., Ansgar og Petur Kristjan) vendu og fingu fatur á lambinum, og tað livdi. Við Karis vóru Alfred, Símun og Johannes Brúðarfoss.
Ravnur drepur ikki, har hann byggir. Hetta var óivað ein ravnur úr Norðoyggjum, sum hevði verið á veiðiferð og hevði ætlað at fáa sær ein góðan bita úr Eysturoynni, men orkaði ikki, sum vera man, at flúgva við lambinum um Djúpini yvir á Kalsoynna, har hann aftur hevði fingið fast undir fótinum og kundi gjørt sær dælt við henda feita bitan..
Tað hevur verið ein fragdarløta umborð á bátinum, tá ið menninir løgdu at landi í Oyndarfirði og lótu lambið frá sær. Teir bóðu nakrar dreingir fara niðan til Heina í Hoygarðshúsi og biðja hann koma oman eftir lambinum. Heini kendist við lambið. Tað hevði felagsmerkið Norðuri í Fjalli - stívt á høgra. Hann hevði verið í haganum um morgunin og hugt eftir seyði. Var komin fram á hetta lambið, sum var nýlembt og hevði markað tað.. Røktingarmaðurin kendi lambið aftur og visti, hvør ærin var, sum átti tað. Hann fekk móðrini lambið aftur.
Hetta er ein søga frá tí dagliga lívinum, sum er sonn. Einki vita vit um hvussu glað, ið ærin var, tá ið hon fekk smálambið aftur, og ei heldur vita vit, hvussu nipin ravnurin var, tá ið hann so nakkalangur kom heimaftur av veiðiferð, og einki hevði at bera svongu ungum sínum..
Tjaldrið fer aldri á ránsferð. Tað lívgar og verjir økið, har tað búleikar og sampakkar væl við aðrar fuglar. Ja, tú kanst gott koma á eitt øki, har bæði likka og tjaldur eiga hvørt um annað, og eru tey so góð, at ikki nápa tey t. d. egg hvørt frá øðrum. Her er ein óskrivaður sáttmáli gjørdur teirra millum, at tey skulu liva í sátt og semju sínámillum og verja reiður og ungar ímóti øðrum ókunnufuglum, sum koma sum ófrættagestir at fáa sær okkurt niður í kjósina, t. d. eitt egg ella ein unga.
Í skúlanum royna vit at fáa øll undan sum best. Næmingar og lærarar arbeiða saman um lærigreinirnar og veita hvør øðrum íblástur, eru góð hvør við annan, góð við t. d. tað føroyska málið - eins góð sum likkan og tjaldrið eru tað yviri á Góðadali, har tey liva væl saman dyr um dyr.
Av og á ilskast tit inn á onkra lærigrein og kanska onkran lærara við, tí alt er so " moðið og einki kul". Tú kundi hugsa tær at verið sum ravnurin, sett klørnar í lærara og lærigrein og lyft tey upp á Lorvíksfjall og bart tey av har uppi.
Ravnurin tók eitt heilt smálamb og vildi bera tað til reiðrið, har hann skuldi geva sínum ungum henda feita bitan, men rakk hann ikki so langt. Ja, tit siga kanska: Fast taki honum, men í natúrini eru heilt aðrar lógir galdandi, enn vit duga at meta um. Har er ein eirindaleys kapping um at yvirliva, og onkuntíð verður sagt: Hvør av øðrum liva má. Ei heldur kunnu vit klára okkum sjálvi. Vit mugu liva saman við øðrum fólki, fáa hjálp frá øðrum og veita øðrum ein lætta bæði so og so.
Tjaldrið eru vit góð við, men ikki ravnin. Hann drekkur egg, leggur á smálomb, er krunkasvartur og melið er sum á einum skurrandi, elligomlum bassi, sum púrt einki nyttar. Nei, vit vilja heldur hoyra yndisljóðið frá tjaldrinum - eitt klipp! Tá ið vit hoyra hetta sæla ljóð, so vita vit, at várið er í hondum, og ljósari tíðir eru framman fyri stavn.. Hetta gleða vit okkum til. Børninui telja tjøldrini, sum tey fáa eyga á og kappast um at síggja flest tjøldur. Eg veit ikki, um nakað barn hevur talt ravnar. Nú er ravnurin ein støðufuglur, so skuldu vit farið at talt ravnar, fór hetta at verða á ein annan hátt.
Vita tit, hvat eg haldi? Vit skulu eisini vera góð við ravnin, tí at hann er eisini ein vakur fuglur, hóast hann ikki er so menniskjansligur sum tjaldrið og ikki er so litfagur sum tað. Nei, hann er einans svartur. Hava tit nakrantíð sæð ravnar um ein svartan deyðseyð í kava, har tað svarta er svartari enn svart, og tað hvíta er hvítari enn hvítt? Ikki so fáir blóðdropar litka tann hvíta kavan. Síggja tit ikki, hvussu føgur henda myndin er? Ja, hetta er nakað fyri tykkum at avmynda.
Vit eiga at eira lív, á sama hátt, sum tjaldrið verjir um seg og síni og grannalagið, men ikki mugu tit vera sum ravnurin at eyðræna, taka tað, sum ein annar eigur, men hóast tað, so mugu vit vera góð við ravnin, tí hann prýðir eisini um natúrina.
Veturin hevur verið harður at koma ígjøgnum. Hann hevur verið eirindaleysur ímóti harunum, seyðinum og fuglunum. Á fellisárum er ravnurin feitastur, so løgið tað ljóðar.
Tjaldrið er tjóðarfuglur okkara, og tjaldrið skulu vit vera góð við. Okkum leingist eftir at síggja teg, tjaldur, og vit gleða okkum til at hoyra teg aftur. Tú lívgar um okkum, natúrina og boðar frá, at nú fer skjótt at spretta. Tjaldur ver vælkomið til okkum heim?