Ratko Mladic komin til Haag

Flogfarið við bosniaserbiska herovastanum Ratko Mladic kom í kvøld til Rotterdam. Haðani fór hann til fongslið Scheveningen uttan fyri Haag. Mladic varð fluttur úr Rotterdam til Haag við tyrlu.

Verjin hjá herovastanum kærdi avgerðina við teirri grunsgeving, at Mladic er ov sjúkur til at verða sendur av landinum til rættarsókn. Men hesum hevur serbiska dómsvaldið víst aftur.

Ratko Mladic er ákærdur fyri krígsbrotsverk undir krígnum í Bosnia í fyrru helvt av nítiárunum. Ætlandi skal hann fyri dómstólin í morgin, har hann verður formliga ákærdur, og síðani fær hann væntandi 30 dagar til at svara ákærunum.