Rationalisera umsitingina við talgildari innlating av roknskapum.

Í desember 2013 samtykti løgtingið broytingar í lógini um ársroknskap. Broytingin hevði til endamáls at gera samskiftið lættari millum virkir, borgarar og almennu umsitingina. Í stuttum snýr tað seg um talgilda innlating av ársroknskapum til Skráseting Føroya.

 

Hetta hevur við sær, at landið sparir eina millión krónur um árið í umsiting, tí framyvir verður lættari og smidligari hjá fyritøkum at lata ársroknskapir inn og hjá Skráseting Føroya at móttaka og umsita roknskapir.

 

Pappírsleyst

Seinastu tíðina hevur samgongan arbeitt við at gera landsstýrið og løgtingið pappírsleyst. Tað er ein liður í at gera almennu umsitingina bíligari og effektivari.

 

Við at taka burtur manuellar mannagongdir og pappírshandfaring, kann tíð og tilfeingi hjá fyritøkum og tí almenna sparast, og samskiftið millum partarnar verður smidligari, samstundis sum málsgongdirnar vera betraðar bæði hjá fyritøkum og hjá tí almenna.

 

Skráseting Føroya skrásetur øll vinnufeløg og vinnurekandi grunnar. Í skránni eru skrásett 463 partafeløg, 2241 smápartafeløg, 9 vinnurekandi grunnar og 16 onnur sløg av vinnuvirkjum.

 

Framyvir

Ætlanin er, at tað skal bera til at lata allar roknskapir inn í PDF sniði árini 2014 og 2015, men at feløg frá og við 2016 skulu senda Skráseting Føroya og TAKS roknskapirnar í XBRL-sniði. XBRL er ein standardur, ið verður brúktur í altjóða høpi til roknskaparsamskifti. Við atliti at feløgum v.m., ið ikki eru fevnd av ársroknskaparlógini, er ætlanin ístaðin fyri XBRL at loyva, at roknskapirnir verða latnir inn í t.d. EXCEL-sniði e.ø.

 

Fyrimunirnir við eini slíkari skipan er, at skrásetingin av roknskapum verður minni arbeiðskrevjandi og fer at økja um atkomuligheitina til upplýsingarnar fyri borgarar og vinnu. Skipanin kemur at hava við sær, at borgarar og virkir eisini fáa atgongd til roknskapirnar umvegis heimasíðuna hjá Skráseting Føroya.

 

Við talgildingini sparir landið eina millión krónur um árið í umsiting. Hetta er eyðsæð eitt got fet á leiðini at rationalisera og gera almennu umsitingina meiri atkomiliga fyri borgaran.

 

Henda broyting er ein win-win loysn fyri brúkarar, borgara og umsiting!

 

Næsta stigið á leiðini er at fáa eina góða talgilda undirskrift at virka í Føroyum. Inntil tá fer Skráseting Føroya helst at nýta vinnugluggan hjá TAKS sum innlatingarstað.

 

Janus Rein

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin