Danski Michael Rasmussen tykist halda beina kós móti sínum fyrsta sigri í Tour de France. Nú súkklað verður í fjøllunum, verður aloftast sjónligt, hvørjir súkklarar megna trýstið allan vegin til Paris, og í gjár gjørdi Kyllin, sum Michael verður róptur, bart. Á tungu ferini um Plateaue de Beille traðkaði danin saman við unga Albergo Contador frá Discovery undan restini av feltinum, og einsamallir komu teir báðir í mál við Albergo sum vinnara av spurtinum. Rasmussen er nú á odda við 2 minuttum og 23 sekundum niður til Contador, sum er nummar tvey.