Hittkongur, stórseljandi og virðislønti, Rasmus Seebach, kemur at spæla ársins poppkonsert á Summar Festivalinum 2019.
Tað boða fyrireikararnir av Summar Festivalinum frá í dag.
- Rasmus Seebach er helst størsta poppnavnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðan hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir – sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« - bara fyri at nevna nakrar úr rúgvuni.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum vísa á, at Rasmus Seebach er tann fólkakæri poppsangarin, sum er framúr á pallinum, har hann spælir saman við sínum stóra og væl spælandi bólki. Tónleikurin er tíðarleysur og fangandi poppur, sum fólki í øllum aldri dáma.
Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu konsertum, sum hava verið á festivalinum. Síðan hevur hann givið út fimm útgávur, og nú er hann til reiðar at koma aftur til Føroya at spæla konsert.
- Hetta verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbøi í Klaksvík.
– Seinnu árini hava vit javnan tosað saman, og Rasmus Seebach vildi sera fegin aftur til Føroya at spæla. Nú bar til hjá báðum pørtum at gera eina avtalu um framførslu.
Hetta eru fyrireikararnir av Summar Festivalinum sera fegnir um, tí Rasmus Seebach er eitt av størstu poppnøvnunum á okkara leiðum, og hann passar sera væl til Summar Festivalin.
Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum, upplýsir, at Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august 2019, og forsøla er í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.