Rasmus Seebach hevur ment seg síðani 2011

(FM1) Hoyr samrøðuna FM1 hevði við Erik Biskopstø frá summarfestivalinum

Fyrsta undansøluumfarið til Summarfestivalin í 2019 er liðugt á midnátt.

 

Fyrr í dag ringdu Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen, vertir hjá FM1 til Erik Biskopstø, fyriskipara hjá Summarfestivalinum.

 

Erik Biskopstø staðfestir, at undirtøkan framvegis er góð fyri Summarfestivalinum.

 

Eitt av høvuðsnøvnunum, Rasmus Seebach var eisini eitt høvuðsnavn í 2011, men Erik Biskopstø heldur, at Rasmus Seebach hevur ment seg nógv síðani 2011, og tí verður tað ein øðrvísi uppliving at síggja og hoyra donsku poppstjørnuna á palli í Vágsbøi komandi summar.