##med2##
'Neistamenn hildu seg inni í stríðnum at røkka Topp-4 í Okkaradeildini, samstundis sum teir sendu kyndilsmenn enn longur burtur frá Topp-4.
Neistin vann at enda trygt 26-21 á Kyndli, ið var væl við stóran part av dystinum. Í steðginum var Neistin á odda 13-12.
Neistin-Kyndil 26-21 (13-12)
Neistin: Rasmus Søby 8, Dánjal Ragnarsson 7, Tróndur Mikkelsen 5, Karl Martin Olsen 4, Finnur Hansson 1 og Julian Kragesteen 1.
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 9, Rógvi Dal Christiansen 5, Anders Risdal 4, Borgar Sveinsson 1, Tummas Pauli Hanusarson 1 og Tróndur Wardum 1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá endanum av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby sum skoraði átta mál fyri Neistan í dag. Rasmus sigur, at tað er altíð stuttligt at vinna á Kyndli. Hann heldur, at hetta er størsti sigur hann hevur verið við til at vunnið á Kyndli síðani hann kom til Neistan fyri trimum árum síðani.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein. Høgni er ikki nøgdur við at tapa, men leikliga heldur hann, at talan var um tað mest jaliga avrikið hjá Kyndli í fleiri dystum, og tað er nakað hann brúka til komandi venjingar og komandi dystir.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 8 | 241 | 191 | 50 | 14 |
STÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
NEISTIN | 10 | 269 | 243 | 26 | 12 |
VÍF | 9 | 263 | 240 | 23 | 12 |
KÍF | 9 | 251 | 240 | 11 | 9 |
KYNDIL | 9 | 229 | 252 | -23 | 4 |
TEAM KLAKSVÍK | 9 | 200 | 296 | -96 | 0 |
Mikukvøldið klokkan 20 spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tí dystinum, og hann sigur eisini frá dystinum í SMS-deildini sama kvøld millum Kyndil og Stjørnuna, ið byrjar klokkan 18.
##ms##