Rasmus Effersøe landað á Tvøroyri

Væl av virksemi var á bryggjuni á Tvøroyri seinasta fríggjadag, tá ið Sosialurin var framvið

Fiskivinna

Fríggjadagin, tá ið vit spákaðu ein túr eftir bryggjuni á Tvøroyri, hevði djúpvatnstrolarin, Rasmus Effersøe, júst lagt 1200 kassar av blandaðum fiskasløgum upp á Tvøroyri.
Fitt av virksemi var at síggja á bryggjuni hendan dagin.
Menn stákaðust í einum trailara beint omanfyri gyrðingina, onkur truckur koyrdi aftur og fram, ein stórur krani hekk omanyvir Rasmussi Effersøe, og menn stíddust við at fáa tómu fiskakassarnar umborð aftur.
Longur inni á bryggjuni fluttu nakrir mans garnabátin, Anitu, tí Rankin, sum ikki longur er gulur, men nú er reyður, skuldi sleppa framat at taka ís til nýggjan túr.
Fyri eini tíð síðan skifti reiðaríið hjá Gudmundi Mortensen gamla Rasmus Effersøe út við nýggjari skip  og núverandi Rasmus Effersøe er gamli Snoddið, sum Jógvan I. Olsen og aðrir á Toftum áttu í nøkur ár.
Skipið hevur verið burtur av landi í fleiri ár og er nú aftur ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum.