Rasmus Bjerg til Føroya at syngja John Mogensen

Rasmus Bjerg syngur John Mogensen hitt, og Frændur spæla sínar landaplágur

Nú kemur danski Rasmus Bjerg við bólki sínum til Føroya at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar. 

 

Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.

 

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 40 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her. 

 

Frændur 

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, fer eisini á pallin hetta kvøldið. Frændur góvu fyrstu plátuna út í 1984, og síðani hevur Frændur verið ein risi í føroyskum tónleiki – bæði við útgávum, sangum og framførslum. 

 

Nú leitar Frændur aftur í Høllina á Hálsi, har bólkurin gjøgnum árini hevur havt fleiri stórfingnar framførslur. Hetta serstaka kvøldið fer Frændur at spæla sínar bestu sangir – »Føroyar«, »Mítt land«, »Lívsmynd«, »Eros« og aðrar. 

 

Kvøldið við Rasmus Bjerg og Frændum verður skipað sum konsert og dansur. Konsertin verður leygarkvøldið 18. mai.