Rasmus Biskopstø leiðari á kunningarstovuni á Tvøroyri

Tvøroyrar býráðið hevur gjørt av at seta Rasmus Steintórsson Biskopstø í starv sum leiðara á kunningarstovuni á Tvøroyri, nú verandi leiðari, Sólfríð Bech, fer í farloyvi í eitt ár.

 

Rasmus Steintórsson Biskopstø er úr Klaksvík og hevur kandidatprógv innan geografi og sosialvísindi frá RUC.

 

– Rasmus Biskopstø hevur starvast hjá Norðoya nunningarstovu sum ferðaleiðari og leiðbeinari, og hann hevur millum annað tikist við planlegging og logistikk, serliga í mun til hópferðavinnu, eitt nú tá ferðamannaskip vitja í Norðhavnini, sigur Tvøroyra kommuna um nýggja leiðaran á kunningarstovuni.

– Rasmus Biskopstø skrivaði serritgerð um ferðavinnu í Føroyum til sína kandidatútbúgving, har ritgerðin var ein komparativ lýsing av útvaldum hagapørtum við lýsing av avbjóðingunum av vaksandi “hiking”-ferðavinnuni, ið vóru problematiserað út frá burðardyggari menning.

Rasmus Biskopstø hevur eisini í eitt stutt tíðarbil starvast hjá býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu, har hann hevur starvast sum málsviðgeri og fylgt verkætlanum hjá Visit Tórshavn.

– Tvøroyrar kommunu ynskir Rasmus Steintórsson Biskopstø vælkomnan í starvið sum leiðari av Kunningarstovuni á Tvøroyri, og ynskir honum blíðan býr, nú hann byrjar mánadagin 18. mai 2020.